Barnaverndarstovan

Okkum tørvar fosturforeldur - serliga í miðstaðarøkinum

22. mai 2017

Kundu tit hugsað tykkum at gjørt mun fyri eitt barn, sum tørvar eina hjálpandi hond? Lat okkum so frætta frá tykkum!

Ein fosturfamilja er ein familja, sum hevur børn og ung búgvandi hjá sær til fosturs í styttri ella longri tíð.

Talan kann eisini verða um at hava børn til umlættingar í styttri tíðarskeið, eitt nú í vikuskiftum. Endamálið við umlætting er at veita foreldrum, sum vanliga hava eitt gott samband við barnið, men sum ikki hava orku til at ansa barninum alla tíðina, umlætting.

Sum fosturforeldur

  • Geva tit einum barni umsorgan og tryggleika, og lata heimið upp fyri tí
  • Gera tit tykkara egna gerandisdag ríkari
  • Kunnu tit gleðast um at síggja eitt barn vaksa og menna seg
  • Fáa tit eina samsýning í hóskandi mun til uppgávuna, umframt eina upphædd til vistarhald og klæði til barnið
  • Arbeiða tit í tøttum samstarvi við barnaverndsartænastuna, Fosturforeldraskipanina og foreldrini hjá barninum

Tit fáa meira at vita við at venda tykkum til Barnaverndarstovuna, tlf. nr. 302480, so kunnu vit práta nærri. Ella send ein teldupost til bvs@bvs.fo.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo