Nýtt undirvísingartilfar um atburð á netinum
23. januar 2017
Vit ferðast á netinum sum ongantíð fyrr, bæði vaksin og børn – og hetta setur eisini krøv um ein skilagóðan atburð, ið millum annað tryggjar privatlívið. Tað er tí umráðandi, at børn og ung fáa eina grundleggjandi vitan um góðan atburð á netinum, har tey vísa fyrilit fyri øðrum, men eisini at ansa sær sjálvum og verja síni privatu viðurskifti.
Tað er somuleiðis umráðandi, at foreldrini taka hesa avbjóðing upp, og eiga ein virknan leiklut í hesum parti av uppalingini av børnum teirra.
SSP hevur seinnu árini arbeitt miðvíst við, at skapa størri tryggleika fyri børn og ung á netinum. Nú er eisini undirvísingartilfar tøkt í ymiskum lærugreinum, har næmingurin fer í dýpdina saman við sínum floksfeløgum, og sum tryggjar, at evnið verður tikið á álvara og fær neyðuga viðgerð.
Fyri hvørt evni finst tilfar at lesa heima við hús saman við foreldrunum, ið snýr seg um teir spurningar, sum dagsins kunningartøkni ber við sær.
SSP væntar, at undirvísingartilfarið fer at verða eitt gott íkast til, at okkara børn og ungu læra at ansa sær, tá tey ferðast á netinum. Her eiga bæði heimini og skúlin sína ábyrgd av, at bundið verður um heilan fingur.
Tilfarið er at finna her.