Barnaverndarstovan
Nýggj Mál og Mið
07. juli 2015
Fyri fjórðu ferð er faldarin Mál og Mið, sum lýsir virksemið hjá SSP, komin út. Talan er hesa ferð um komandi skúlaár, 2015/16.
Innihaldið er vorðið enn meira fjøltáttað í mun til undanfarnu árini. Ymsir stovnar og feløg, ið venda sær til børn og ung, hava eisini fingið innivist í faldaranum.
Millum annað verður komið inn á átakið Talgildur trivnaður í skúlunum og tað tilfar, sum verður framleitt til endamálið. Júst hetta øki hevur stóran týdning í virkseminum hjá SSP, so børn og ung læra at fóta sær í einum skjótt broytiligum heimi, har kunningartøknin og avbjóðingarnar á netinum lættliga kunnu seta tey í torførar støður.
Faldarin er at finna her.