Barnaverndarstovan

Nógv donsk børn framvegis fyri harðskapi og ágangi

01. juni 2016

Sætta hvørt barn í Danmark sær harðskap heima við hús, og sálarligur ágangur er eisini vanligur. Skúlin tykist vera tann, sum best kann verja børn móti harðskapi og øðrum ágangi.

Danski granskingarstovnurin SFI er komin við eini nýggjari frágreiðing, sum varpar nýtt ljós á harðskap og ágang móri børnum og ungum. Frágreiðingin byggir millum annað á eina spurnakanning, har 2.000 næmingar, ið ganga í 8. flokki, tóku lut. Hetta svarar til einar 3-4 næmingar í hvørjum flokki kring alt landið.

Sambært kanningini er umleið 12. hvørt barn fyri likamligum ella sálarligum harðskapi heima við hús. Talan kann eitt nú hava verið um, at foreldrini hava hótt barnið við harðskapi ella við at blaka tað út.

SFI metir ikki, at nóg nógv verður hugsað um sálarligan ágang, hóast tað má ásannast, at slíkur ágangur kann fáa álvarsamar fylgir. Tí eiga vit at geva honum nógv størri gætur, heldur SFI.

Ikki óvæntað vísir kanningin, at harðskapur og ágangur serliga fer fram heima hjá fólki, sum frammanundan eru hart sperd. Eitt nú eru børn, har foreldrini eru farin frá hvørjum øðrum, meira hótt av harðskapi og ágangi enn onnur. Hinvegin eru ongar ábendingar um, at bústaðarviðurskiftini hjá fólki hava stórvegis at siga.

Kanningin vísir á, at tey, sum standa seg væl í skúlanum og fáa eina miðnámsútbúgving, eru í minni vanda fyri harðskapi. Ikki tí, at ein útbúgving í sjálvum sær forðar fyri harðskapi, men so hvørt, sum tíðin gongur, kann eitt styrkt útbúgvingarstøði millum tey ungu fara at gera sítt til, at byrgt verður fyri harðskapi framyvir, metir SFI.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo