Mentaliseringsskeið
16. september 2016
Barnaverndarstovan og Eind 10 í Almannaverkinum skipa nú aftur fyri sonevndum mentaliseringsskeiðum, ið venda sær til fólk, ið arbeiða við børnum, ungum og vaksnum, ið hava verið fyri vansorgan. Á skeiðunum fáa luttakararnir vitan um ástøði og grundreglur í mentaliseringsgrundaðari viðgerð við denti á børn, ung og vaksin, sum hava verið fyri vansorgan. Kunnleiki fæst um serstøk evni í sambandi við mentaliseringsgrundaða viðgerð og námsfrøði, greining av mentaliseringsførleikum, ikki-mentaliserandi støðum hjá ungum og vaksnum við persónleikaólagi, sálarløstum og reingingum.
Endamálið við skeiðunum er at gera luttakararnir førar fyri at nýta grundreglur og háttaløg frá mentaliseringsgrundaðari viðgerð í dagligu arbeiðsgongdini. Eisini verður ástøði innan mentalisering samantvinnað við starvsøkið hjá luttakarunum. Skeiðið er fullteknað.
Ein nærri lýsing av skeiðunum er at síggja her.