Barnaverndarstovan
Kafékvøldini byrja aftur
10. januar 2019
Mikukvøldið 23. januar verður fyrsta kafékvøldið fyri fosturforeldur í hesum ári. Sum vant hittast vit í hølunum hjá Kommunufelagnum R.C. Effersøesgøtu. Hesa ferðina viðgera vit evnið: at vera avvarðandi barn at foreldrum við sálarsjúku og at vera settur til fosturs.
Laura Kathrine Apol, ið hevur skrivað barnabókina “Tá mamma verður ør”, fer at greiða frá sínum uppvøkstri við eini sálarsjúkari mammu og tað at verða sett til fosturs.
Høvið verður til spurningar og kjak.
Sum vant verður byrjað kl. 19.00 og tiltakið endar kl. 21.00.