Kafékvøldini byrja aftur
17. september 2018
Hóskvøldið 27. september verður fyrsta kafékvøldið fyri fosturforeldur hesa vetrarhálvuna. Sum vant hittast vit í hølunum hjá Kommunufelagnum í R.C.Effersøesgøtu 30. Hetta kvøldið fer Beinta Atladóttir at leggja fram serritgerðina í sálarfrøði, sum hon hevur skrivað saman við Paulinu við Skipá, um fosturmammur í Føroyum.
Serritgerðin varpar serliga ljós á nakrar av teimum fosturmammum, sum hava børn til fosturs við serliga stórum sálarligum avbjóðingum. Høvuðsendamálið við ritgerðini var at finna útav, hvussu hesar uppliva sín leiklut sum fosturmammur.
Áhugaverda evnið varð eisini kannað við tí fyri eyga at finna útav, um Føroyar áttu at innført somu skipan, sum ta í londunum rundan um okkum, har børn við serliga stórum avbjóðingum verða sett til fosturs hjá fosturfamiljum við førleikum, sum svara til eina slíka uppgávu.
Sum vant verður byrjað kl. 19.00 og tiltakið endar kl. 21.00.