Barnaverndarstovan
Kafékvøld við Sólrun Jacobæus
14. november 2017
![](/admin/public/getimage.ashx?format=webp&quality=80=&crop=7&x=0&y=0&image=/Files/NewsImages/Barnaverndarstovan/familie-lille.jpg&width=800&height=500)
Kafekvøld fyri fosturforeldur verður aftur mikukvøldið 22. november 2017, kl. 19.00 til 21.00. Hesu ferð tosar Sólrun Jacobæus um evnið: At flyta seg frá tí kenda til tað ókenda.
Sólrun hevur drúgvar royndir sum familjuterapeutur og í hevur hesum sambandi fingið gott innlit í støðuna hjá teimum familjum, ið taka leiklutin sum fosturforeldur uppá seg, og tær avbjóðingar, sum vanliga vísa seg her.
Aftaná verður kjak og kaffi. Sum vanligt er, verður kafékvøldið hildið í hølunum hjá Føroya Kommunufelag í R.C.Effersøesgøtu 30.