Barnaverndarstovan

Kafékvøld um “Øll hava rætt til góð barnaár”

02. desember 2019

Mikukvøldið 11. desember fer Beinta Atladóttir frá Bláa Krossi Føroya at greiða frá tilboðnum “Øll hava rætt til góð barnaár”. Verkætlanin varð sett í verk á fyribyrgingardeildini hjá Bláa Krossi Føroya fyri at hjálpa børnum og ungum, sum vaksa upp í heimum, har rúsur er ella hevur verið ein trupulleiki. Fyri fosturforeldur kann hetta eisini merkja, at børnini hava biologisk foreldur, sum hava avbjóðingar við rúsdrekka ella rúsevnum.

Upprunaliga var fokus serliga á bólkar, har børn og ung kunnu møtast við øðrum, sum standa í somu støðu, sum tey. Bólkarnir eru deildir upp eftir aldri, soleiðis, at børnini og tey ungu eru so jøvn sum gjørligt. Beinta fer eisini at koma inn á nakað av tí, sum tey gera í bólkunum, hvørji tema koma upp, og hvørji ynski børnini og tey ungu hava, tá tey koma í bólk. Í dag inniber tilboðið harumframt eisini einstaklinga- og familjuviðgerð. Møguleiki verður at spyrja spurningar.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo