Barnaverndarstovan

Kafékvøld um nýggja nøgdsemiskanning

06. februar 2019

Vælkomin til kafékvøld fyri fosturforeldur 27. februar kl. 19-21 í R.C. Effersøesgøtu nr. 30.

Beinta Atladóttir fer at leggja fram úrslitini frá nøgdsemiskanningini, sum varð gjørd við fosturforeldrum í Føroyum í desember 2018.

Avgjørt varð, at kanningin skuldi gerast, eftir at Beinta hevði lagt fram úrslitini frá serritgerð sínari í fjør. Endamálið var at vita, um úrslitini frá serritgerðini fevndu um øll føroysk fosturforeldur ella um tey bert fevndu um teir 4 luttakararnar har.

44 fosturfamiljur hava luttikið í nýggju kanningini, og hava sagt sína meining um bæði Barnaverndarstovuna, barnaverndartænasturnar og tað tvørfakliga samstarvið við aðrar skipanir.

Vit bjóða ein drekkamunn og gleða okkum at síggja tykkum!

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo