Barnaverndarstovan

Kafékvøld um avbjóðingar í skúlanum

22. november 2018

Vælkomin til kafékvøld fyri fosturforeldur 28. november kl. 19-21 í R.C. Effersøesgøtu nr. 30.

Avbjóðingar í skúlanum eru vælkendar millum fosturforeldur. Summi føla, at lærarar og onnur, sum eru um barnið í skúlanum, ikki duga at seta seg inn í ta serligu støðuna, sum fosturbørn kunnu vera í. Onnur hava trupult við at fáa barnið at møta og vera í skúla. Summi børn duga ikki at uppføra seg “rætt” í skúlanum og onnur hava diagnosur, men mangla eitt passandi tilboð. Hetta er tí eitt evni, sum vit meta vera sera viðkomandi at tosa um á komandi kafékvøldi. 

Hesaferð kemur Gitte Klein at hava eitt upplegg um avbjóðingar í skúlanum. Gitte heldur í løtuni skeið fyri foreldur, sum m.a. uppliva, at barnið ikki vil í skúla, ikki vil gera skúlating, heldur seg onki duga, og tá skúlin ringir heim um støðuna hjá barninum. Hon hevur eisini góð ráð til tey fosturforeldur, sum halda, at har manglar eitt hóskandi tilboð til barnið og tey, sum ikki føla seg skilt av skúlanum. Eftir uppleggið hjá Gitte, verður møguleiki at spyrja spurningar, og lagt verður upp til kjak.

Vit bjóða ein drekkamunn og gleða okkum at síggja tykkum!

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo