Barnaverndarstovan

Kafékvøld: Hvussu ávirkar rúsur børn, ung og familjur?

26. apríl 2023

Mikukvøldið 3. mai klokkan 19-21 verður kafékvøld fyri fosturforeldur, har Beinta Atladóttir frá “Títt Rúm” hjá Bláa Krossi Føroya hevur framløgu um virksemið hjá “Títt Rúm”, og  hvussu rúsur ávirkar børn, ung og familjur.  Beinta Atladóttir er sálarfrøðingur á Fyribyrgingardeildini hjá Bláa Krossi. “Títt Rúm” er eitt tilboð til øll í aldrinum 0-35 ár, sum hava foreldur við rústrupulleikum, og familjur teirra.

Kafékvøldið verður skipað sum framløga, og fosturforeldur fáa høvi at samskifta sum evnið.

Melda til á bvs@bvs.fo í seinasta lagi mánadagin 1. mai klokkan 12. Kafékvøldið verður í skeiðshølinum hjá Kommunufelagnum, R. C. Effersøesgøtu 30 í Havn.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo