Barnaverndarstovan

Kafékvøld fyri fosturforeldur við evninum, Fosturbarnið og hjúnaskilnaður

22. oktober 2021

Fleiri fosturbørn hava upplivað hjúnaskilnað í familjuni. Hetta kann ávirka trivnaðin og menningina hjá barninum, umframt samspælið, ið tað hevur við onnur. Fyrilesturin viðger millum annað, hvussu børn handfara støðuna, tá ið skilnaður er í familjuni, og hvussu tey vaksnu, ið eru um børnini, kunnu hjálpa og vegleiða best møguligt til gagns fyri barnið. Vígdis Skorheim, cand.pæd., frá MEA heldur fyrilesturin, sum verður mikukvøldið 27. oktober kl. 19.

Kafékvøldið verður í Havn í R. C. Effersøesgøtu 30, kjallarahæddini.

Fosturforeldur kunnu melda seg til á bvs@bvs.fo

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo