Barnaverndarstovan
Kafékvøld fyri fosturforeldur: Vansorgan, sálarløstur og sjálvskaði
29. september 2022
Mikukvøldið 19. oktober klokkan 19-21 verður kafékvøld fyri fosturforeldur, har Signhild Johannesen fer at hava upplegg undir yvirskriftini, “Vansorgan, sálarløstur og sjálvskaði”. Signhild er sálarfrøðingur og formaður í Felagnum føroyskir sálarfrøðingar. Hon hevur starvast í barnaverndartænastuni hjá Tórshavnar kommunu í mong ár. Kafékvøldið verður skipað sum framløga, og fosturforeldur fáa høvi at samskifta sum evnið.
Melda til á bvs@bvs.fo í seinasta lagi fríggjadagin 14. oktober. Kafékvøldið verður í skeiðshølinum hjá Kommunufelagnum, R. C. Effersøesgøtu 30 í Havn.