Barnaverndarstovan

Kafékvøld fyri fosturforeldur 3. mai: Eginumsorgan og fyribyrging av umsorganarmøði

08. apríl 2022

“Umsorganarmøði” verður í sálarfrøðini umrøtt sum eitt, ið kann koma fyri, tá ið ein uppgáva gerst kensluliga tung. Sum fosturforeldur kanst tú sum umsorganargevi verða rakt/ur av umsorganarmøði. Tí kann vera hent við amboðum, so tú kanst ansa eftir tær.
 
Á hesum skeiðinum verður dentur lagdur á, hvussu tú sum fosturforeldur kanst ansa eftir tær. Hetta fyri at minka um vandan fyri at “mangla umsorgan”, sum kann vera ein sera trupul støða. Sum umsorganargevi hevur tað stóran týdning, at tú hevur “umsorganargoymsluna” fulla, bæði hjá tær, tínari familju og hjá fosturbarninum.
 
Vit læra at minka um strongd og dentur verður lagdur á uggan/sissan/linna, og hvussu tú lærir at vera minni sjálvkritisk/ur.
Anne-Mette Sohn er cand.pæd., námsfrøðingur, rithøvundi og íðin fyrilestrarhaldari.
 
Skeiðið verður hin 3. mai kl. 19-21 og er ókeypis, men neyðugt er at melda til á bvs@bvs.fo í seinasta lagi 25. apríl.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo