Barnaverndarstovan

Kafékvøld á Hotel Hafnia um samveru millum foreldur og børn

04. september 2020


Góðu fosturforeldur,

Mikukvøldið 16. september 2020, kl. 18.00 til 22.00, skipar Barnaverndarstovan fyri einum øðrvísi kafékvøldið. Vit hittast á Hotel Hafnia, har vit fyrst eta eina nátturðabita saman. Síðani fer Henriette Lieblein Misser, cand.psych.aut og leiðandi sálarfrøðingur á Godhavn at halda eina framløgu um samveru meðan barnið er sett heiman.

Henriette hevur drúgvar royndir við terapi, supervisión, undirvísing og leiðslu innan tað sosiala økið við útsettum børnum og familjum. Eisini hevur hon skrivað greinar um samveru.

Ein av teimum stóru avbjóðingunum, tá ið eitt barn er sett heiman, er at fáa samveruna millum foreldur og barn at verða til barnsins besta, soleiðis, at hon stuðlar barninum í einari jaligari menning.
 
Dentur verður lagdur á:

  • - Avbjóðingar og tvístøður við samverur
  • - Hvussu nógva samveru eitt barn megnar og samstundis vera í menning og trivnað
  • - Hvussu vit gera børn kná til samveru við foreldur síni
  • - Hvussu fosturforeldur stuðla undir samveruna
  • - Hvussu skulu fosturforeldur reagera, um tey leggja  til merki til, at barnið reagerar uppá samveruna áðrenn, meðan og eftir samveruna? 

 
Møguleiki verður fyri at seta spurningar.
 
Kafékvøldið verður hildið á Hotel Hafnia 16. september 2020, kl. 18.00 til 22.00.

Neyðugt er at tilmelda seg til kafékvøldið

Tilmelding fer fram hjá bvs@bvs.fo í seinasta lagi fríggjadagin 11. september 2020.
 

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo