Barnaverndarstovan
Kafékvøld
06. februar 2020
Mikukvøldið 19. februar verður fyrsta kafékvøldið fyri fosturforeldur í hesum árinum.
Sum vanligt verður byrjað kl. 19.00 og tiltakið endar kl. 21.00.
Einki ítøkiligt evni verður á skránni. Talan verður meira um eitt hugnakvøld, har fosturforeldur práta um, hvussu tey handfara avbjóðingarnar, ið tey møta í gerandisdegnum.
Vit vóna, at tit møta fjølment