Barnaverndarstovan
Kafé fyri fosturforeldur
31. august 2017
Nú summarið er farið at halla, verða kafékvøldini hjá Barnaverndarstovuni tikin upp aftur.
Fyrsta kafékvøldið á hesum sinni verður mikukvøldið tann 13. september, frá kl. 19.00 til 21.00.
Onki fast evni verður á skránni. Talan er meira um eitt hugnakvøld, har fosturforeldur práta um hvussu tey handfara avbjóðingarnar, ið tey møta í gerandisdegnum.
Øll fosturforeldur eru vælkomin.