Barnaverndarstovan
Íslendski høvuðsrøðarin: “At venda gongdini – verkseting av tænastum til frama fyri vælferðina hjá børnum."
13. mai 2024
Barnaverndarráðstevnan 2.-4. september í Oslo nærkast. Páll Ólafsson frá Barnaverndarstovu Íslands er ein av høvuðsrøðarunum. Hann fer at greiða frá víðagitnu íslendsku barnaverkætlanini og greiðir frá: “Ísland er á triðja ári av verksetingini, og eg fari at greiða frá, hví vit fóru í holt við hetta, hvat vit hava lært higartil, hvat vit arbeiða fram ímóti, og hví vit fingu hetta fíggjað.”
Komandi dagarnar fara vit at frætta frá øðrum høvuðsrøðarum, sum verða úr Noregi, Svøríki, Danmark og Finnlandi.