Ikki fyri sartar sálir
27. apríl 2015
Happing og útspilling tykist trívast væl millum børn og ung á netinum. Ávísar appir verða nýttar til hetta ótýdliga endamál - í seinastuni hevur serliga verið tosað um appina Ask. Í Degi og Viku hósdagin 23. apríl var eitt áhugavert innslag, har ung fólk greiddu frá fyribrigdinum. Tey sum skriva eru dulnevnd, og tá er lítið ella onki, ið heldur teimum aftur í tí, sum tey leggja út á netið.
Í Bretlandi hava dømi verið um sera álvarsamar avleiðingar av happing á netinum – so álvarsamar, at forsætisráðharrin David Cameron hevur heitt á fólk um, at halda seg burtur frá teimum støðum, har happingin fer fram.
Óli Rubeksen, sum er SSP-ráðgevi, sigur, at foreldrini mugu fylgja við í tí, sum gongur fyri seg á netinum. Á henda hátt hjálpa tey eisini sínum børnum at skyna á, hvussu vit eiga vit vera móti hvørjum øðrum, tá vit samskifta. SSP, sum er samstarv millum sosialar myndugleikar, skúla og løgreglu, hevur seinnu árini lagt stóran dent á undirvísing, ið ger foreldrini og børn teirra fyri at handfara sosialu miðlarnar. Bæði tær góðu síðurnar og tær meira óhepnu.
Sendingin er at síggja her.