Barnaverndarstovan

Hvussu ávirkar tað vaksnalívið at hava verið umsorganaryvirtikin?

28. oktober 2022

Mikukvøldið 16. november kl. 19-21  skipa vit fyri kafékvøldi fyri fosturforeldur. Tað verða Anna Maria Troest, sum starvast hjá okkum í Barnaverndarstovuni, og Hildur Vang, sum leggja fram úr ritgerð teirra sum Mastarar í Heilsuvísindum. Ritgerðin kannar, hvussu børn og ung í Føroyum, sum hava verið umsorganaryvirtikin, hava upplivað síni barna- og ungdómsár, og hvussu hesar upplivingar ávirka teirra vaksnalív. Kafékvøldið verður skipað sum framløga, og fosturforeldur fáa høvi at samskifta sum evnið.

Melda til á bvs@bvs.fo í seinasta lagi fríggjadagin 11. november. Kafékvøldið verður í skeiðshølinum hjá Kommunufelagnum, R. C. Effersøesgøtu 30 í Havn.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo