Barnaverndarstovan

Hvat sigur muðurin?

05. juni 2015

Tannlæknafelagið hevur tikið stig til eina verkætlan, ið skal varpa ljós á tey børn, ið koma til tannlækna ella tannrøktara, og har tekin eru um, at tey hava verið fyri harðskapi ella vansorgan.

Royndir uttanlands vísa, at umleið helvtin av teimum børnum, sum hava verið fyri harðskapi ella vansorgan, hava skaðar, sum koma til sjóndar, tá tenninar verða kannaðar. Eisini er tannheilsan verri enn hjá øðrum børnum.

Faknevndin hjá Sjúkrakassagrunninum hevur játtað 120 tús. krónur til verkætlanina, ið verður liðug til heystar.

Øll børn og ung ganga til kanning og viðgerð hjá tannlækna. Sostatt kunnu starvsfólkini á hesum øki – ið hava herda fráboðanarskyldu – veruliga gera mun, tá finnast skal fram til tey børn, ið eru fyri harðskapi ella vansorgan.

 

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo