Barnaverndarstovan
Høvuðsbarnaverndarnevndin 2018-2021
30. november 2017
![](/admin/public/getimage.ashx?format=webp&quality=80=&crop=7&x=0&y=0&image=/Files/NewsImages/Barnaverndarstovan/Birita Ludvíksdóttir.jpg&width=800&height=500)
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur sett Høvuðsbarnaverndarnevndina fyri tíðarskeiðið frá 1. januar 2018 til og við 31. desember 2021. Tey, ið koma at manna nevndina, eru tey somu, ið hava sitið í nevndini seinastu árini:
Birita Ludvíksdóttir, forkvinna og løgfrøðingur. Varalimur er Óla Jákup Kristoffersen, løgfrøðingur.
Suni Poulsen, sálarfrøðingur. Varalimur er Kristian Eli Andersen, sálarfrøðingur.
Ingvør Justinussen, heilsufrøðingur. Varalimur er Anna Dalsgaard, námsfrøðingur.