Hjartakvøld
30. januar 2018
Týskvøldið 27. februar fer Charlotte Fruergaard at hava fyrilestur um kærleika til seg sjálvan og til onnur, eins og um samkenslu.
Tiltakið byrjar kl. 19.00 og endar kl. 21.00, og fer fram í hølunum hjá Kommunufelagnum í R.C.Effersøesgøtu 30.
Gomlu orðini um, at tú ert tað, tú etur – og tú ert tað, tú hugsar, ganga aftur í tankanum um, at tú hevur tann kærleika í tínum lívi, sum tú loyvir inn um gátt. Tann sannleikin svitast ikki.
Men kærleikin kann vera stýrdur av ótilvitaðum, neiligum kenslum, ið ikki sleppa takið í tær, fyrr enn tú gerst greiður yvir hesa støðu. Kærleikin verður tískil ikki tað, tú droymur um, fyrr enn tú broytir tankagongdina.
Fyrilesturin hjá Charlotte Fruergaard snýr seg um hugtakið Termostaturin í kærleikanum, sum hon arbeiðir eftir. Við hesum arbeiðshátti fáa vit hjálp at koma burtur úr einum neiligum atferðarhátti, ið forðar fyri kærleika í lívi tínum. Avgerandi er, at vit eru greið yvir tær kenslur, ið eru í okkum, og at lata kærleikan finna sínar leiðir.
Charlotte Fruergaard er kend fyri sín viðurkennandi undirvísingarhátt, sum bæði er ítøkiligur, ærligur og gagnligur.
Øll, ið hava áhuga, kunnu luttaka við at melda seg til hjá armgard@kf.fo í seinasta lagi 9. februar.
Kostnaðurin er 495,- kr. fyri hvønn.