Heilamenning – eitt stutt skeið
12. juni 2017
Eitt stutt skeið verður týsdagin 27. juni 2017, har sálarfrøðingurin Jesper Birck fer at greiða frá sonevnda neurosekventiella háttinum at skilja menningina av heilanum. Hesin háttur er grundaður á ta fatan, at heilin mennist í sekvensum – í løgum, sum byggja oman á hvørt annað. Sambært neurosekventiellu tilgongdini mugu vit tískil fyrst leita okkum fram á ein trupulleika í tí lagi, har hann hevur sín uppruna, og arbeiða við hesum, áðrenn vit kunnu fara víðari í løgunum, sum so hvørt eru komin oman á.
Komið verður inn á, hvussu vit kunnu arbeiða víðari hesi tilgongd, og hvussu vit finna røttu viðgerðina til einstaka barnið, ið hevur tørv á tí.
Dagurin er ætlaður fólki, ið starvast við børnum og ungum við menningarórógvi og sálarløstum. Til henda málbólk hoyra eisini fosturforeldur, ið hava børn búgvandi hjá sær, sum stríðast við hesar trupulleikar.
Barnaverndarstovan skipar fyri skeiðinum, ið verður hildið kl. 9.00-15.30 í hølunum hjá Starvsmannafelagnum, J. H. Schrøtersgøta 9 í Tórshavn. Kostnaðurin er 500 krónur. Áhugaði verða biðin um at boða frá luttøku hjá armgard@kf.fo sum skjótast og í seinasta lagi fríggjadagin 16. mai 2017.