Barnaverndarstovan

Grundskeið fyri fosturforeldur

10. februar 2021

Fosturforeldraskipanin bjóðar fosturforeldrum á grundskeið. Talan er um eitt vistarskeið dagarnar 18. til 19. mars 2021 á Hotel Føroyum. Evnið er: Leikluturin sum fosturforeldur.

Skeiðið verður skipað við stuttum uppleggum, sum skeiðshaldararnir standa fyri. Síðani verður orðaskifti og bólkaarbeiði.

Skeiðshaldarar verða: Oddbjørg Balle, sálarfrøðingur og leiðari á Barnaverndarstovuni, og Jendis Gærdbo, sosialráðgevi.

Fosturforeldur senda tilmelding inn sum skjótast og í seinasta lagi hósdagin 18. februar 2021. Skeiðið er ókeypis og tilmeldingin skal sendast til bvs@bvs.fo.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo