Foreldur og skúli í felag um trivnaðin
13. november 2015
Í áhugaverdu útvarpssendingini Anno 2015, sum var send í gjár, 12. november, varð ljós varpað á, hvussu stóran týdning tað hevur, at foreldrini og skúlin taka felags tøk fyri trivnaðinum hjá børnunum. Foreldrini eiga at vísa áhuga fyri hvørjum einstakum næmingi, og ikki bert fyri sínum egna barni, sum sagt var.
Í sendingini var samrøða við danska sálarfrøðingin og rithøvundan Jens Andersen. Hann legði dent á, at vit eiga at skipa fyri spælibólkum, so øll børnini eru partur einum felagsskapi, bæði í skúlanum og aftaná skúlatíð. Hetta er longu roynt við góðum úrsliti í onkrum skúlum, eitt nú Við Løgmannabreyt, sum Gvøðny Wardum, lærari, greiddi frá í sendingini.
SSP-skipanin eggjar somuleiðis til hetta týðandi samstarvið millum skúla og foreldur og vil fegin ger sítt til, at samstarvið millum lærarar og foreldur er í eini tryggari legu. Hugsjónin við SSP-skipanini er jú at skapa ein felags hugburð til nøkur grundleggjandi viðurskifti í trivnaðinum hjá børnum og ungum – og ikki minst, at foreldrini tosa saman, legði Óli Rubeksen, SSP-ráðgevi, dent á sendingini.
Tað ber til at lurta eftir sendingini her