Foreldrasamstarvsskeið í Familjufyrisitingini
04. januar 2024
Familjufyrisitingin bjóðar foreldrum, ið ikki liva saman, á skeið um foreldrasamstarv. Tað er ókeypis fyri foreldur at luttaka, og øll foreldur, ið ikki liva saman, kunnu tekna seg.
Alt skeiðið hevur støði í tí, sum vit vita, hevur týdning fyri trivnað og tryggleika hjá børnum, tá ið foreldur ikki liva saman.
Sjóneyka verður sett á hesi trý øki:
1. Foreldrasamstarvið - hvussu samstarv og samskifti um børnini verður styrkt
2. Børnini - hvussu børn verða væl stuðlað undir og eftir skilnaðin
3. Egin tilgongd - hvussu foreldur fáa tikið sær væl av sær sjálvum undir og eftir samlívsslit
Finn tilmeldingarskjal og meira kunning um foreldrasamstarvsskeiðið her.
Familjufyrisitingin hevur eisini samrøðubólkar til børn og ung, hvørs foreldur ikki liva saman. Les meira her.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta seta í sambandi við Familjufyrisitingina.