Barnaverndarstovan

Fólkatingslimir vitja Barnaverndarstovuna

16. september 2021

Fólkatingslimir vóru á gátt í gjár í Kommunuhúsinum fyri at hoyra um børn í útsettum støðum. Limirnir  eru á vikulangari ferð fyri at kunna seg um føroysk viðurskifti. Oddbjørg Balle, leiðari og sálarfrøðingum á Barnaverndarstovuni, greiddi frá virksemi og hagtølum á økinum. Anna Dam, sum er løgfrøðiligur ráðgevi, lýsti føroyska lógarverkið. Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunuhúsinum greiddi frá kommunala bygnaðinum og millumkommunalu samstarvsøkjunum á barnaverndarøkinum. Fólkatingslimirnir vístu stóran áhuga og høvdu nógvar spurningar og viðmerkingar.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo