Familjutænastan leitar eftir hølum
05. desember 2024
Nýstovnaða Familjutænastan leitar eftir hølum í miðstaðarøkinum at leiga skjótast til ber.
Ætlanin er, at rúm skal vera fyri tveimum familjum, umframt at høli skulu vera til fundar-, skrivstovu- og viðgerðarvirksemi.
Er áhugi at leiga út ella ynski um at hoyra nærri, vinarliga ring til Oddbjørg Balle, leiðara á Barnaverndarstovu Føroya, á telefon 225696 ella Onnu Dam á telefon 519082. Til ber eisini at senda teldupost á bvs@bvs.fo.
Tað vóru Barna- og útbúgvingarmálaráðið og Kommunufelagið, sum fyrr í ár gjørdu av at seta á stovn Familjutænastuna. Familjutænastan er fyribyrgjandi fyriskipan, sum veitir ráðgeving og viðgerð til familjur, sum hava avbjóðingar í foreldraleiklutinum, og sum fegnar vilja hava hjálp. Familjutænastan fer at arbeiða í tøttum samstarvi við barnaverndartænasturnar og skal eisini bjóða døgnviðgerð og gera kanningar fyri barnaverndartænasturnar.