Barnaverndarstovan
Evniskvøld 20. august fyri fosturforeldur
06. august 2015
Hóskvøldið 20. august kl.19-21 skipar Barnaverndarstovan fyri tiltaki fyri fosturforeldrum, har sálarfrøðingurin Janne Østergaard Hagelquist fer at greiða frá fyribrigdinum Reingjan av veruleikanum, soleiðis sum tað kemur til sjóndar hjá børnum og ungum, ið hava verið fyri vansorgan. Greitt verður frá, hvussu henda reingjan skal skiljast og handfarast.
Janne hevur í nógv ár arbeitt við viðgerð av børnum, ungum og familjum, sum hava verið fyri vansorgan, ágangi og øðrum harðskapi. Hon hevur eisini royndir við at veita supervisión og undirvísa starvsfólki, ið arbeiða við børnum og ungum, ið hava verið fyri vansorgan, eins og foreldrum teirra.
Neyðugt er, at fólk siga frá luttøku til evniskvøldið á bvs@bvs.fo.