Barnaverndarstovan

Evnisdagur fyri fosturforeldur: Eginumsorgan í einum strævnum gerandisdegi

31. januar 2018

Mikudagin 28. februar verður skipað fyri evnisdegi fyri øll fosturforeldur.

Vit byrja dagin kl. 9.30 og enda kl. 15.00. Evnisdagurin fer fram í hølunum hjá Kommunufelagnum í R.C.Effersøesgøtu 30.

Tilveran sum fosturforeldur hevur sínar avbjóðingar, eitt nú samskiftið við foreldrini at barninum, barnaverndartænastuna og aðrar myndugleikar, og – ikki minst: hugsanir um, hvussu uppgávan verður loyst á besta hátt. Tí er sera umráðandi, at vit hava umsorgan fyri okkum sjálvum, duga at hvíla sinnið og at geva kroppi og sál nýggja megi, so tey evni, sum vit eiga frammanundan, verða ment. 

Dagurin er lagdur til rættis við venjingum og ástøði um eginumsorgan, hvussu vit fáa frið í sinnið, mindfulness o.a. Luttakararnir fáa við hesum nøkur hent amboð til egna nýtslu og saman við hinum í familjuni.

Á skránni er til dømis:

  • Frá monkey mind til mindfulness
    • Hvussu heilin hevur tað við strongd og við eina meira friðsæla støðu
  • Tá stúranin tyngir
    • Hvussu kenslur hanga saman
  • Ástøði um heilan og gávurnar hjá hjartanum
  • Tey fimm málini hjá hjartanum
    • Hvussu vit ganga hvørjum øðrum á møti
  • SAS venjingin
    • At góðtaka seg sjálva/n og at góðtaka umstøðurnar
  • Meditatión
  • Minnislisti til eginumsorgan

Tað er Charlotte Fruergaard, ið er kend fyri sín viðurkennandi undirvísingarhátt, sum fer at standa fyri degnum.

Vinaliga boða armgard@kf.fo frá luttøku í seinasta lagi 9. februar.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo