Barnaverndarstovan

Eitt rimmarbrak hjá SSP

28. februar 2017

- spennandi tiltøk fyri felagsskapi og sálarligum trivnaði.

Leygarkvøldið 18. februar skipaðu fleiri støð fyri ung í Tórshavnar kommunu – KLUBB 188, Margarinfabrikkin, Látrið, Úthangið, Flatnakrókur og Ungdómshúsið á Norðasta Horni – fyri konsert og DJ í Perluni og á Reinsarínum. Tey ungu vóru í góðum hýri, og tað vóru bara 7. flokkarnir, sum sluppu við til tiltakið.

Fríggjamorgunin 24. februar skipaðu somu ungdómshús fyri einum annarleiðis felags rørsludegi á Ovara Vølli í Gundadali. Kl. 9.00 hittust áleið 300 ungu í Dansifrøi, har Jákup Dahl hevði eitt »stand-up« show, har hann við sera fangandi framførslu fekk samband við øll hesi ungu og við greiðum boðskapi lýsti, hvussu tað er at vera ungur í dagsins samfelag. Síðani var ein rúgva av ymiskum øðrvísi virksemi, har øll komu hvørjum øðrum við og kappaðust, flentu og hugnaðu sær saman.

Tiltøkini hava verið skipað eftir ætlanini hjá SSP, ið er ein samstarvsskipan tvørtur um yrkisbólkar, ið fáast við børn og ung. Hetta samstarv skal savna, samskipa og fremja felags fyriskipanir, sum skulu fyribyrgja brotsverkum og skaðandi atburði millum børn og ung.

At enda var ein spurnakapping á skránni, har evnini í breiðum týdningi vóru um samfelags- og landafrøðilig viðurskifti.

Myndir frá tiltøkunum eru at síggja her.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo