Eitt ættarlið, sum ikki hevur tað so gott
21. september 2015
Sálarligt órógv millum ung hevur vundið nógv upp á seg í Norðurlondum seinnu árini, vísir gransking, sum WHO stílar fyri.
Sálarsjúka er vanligasta orsøkin til, at summi longu á ungum árum fáa fyritíðareftirløn. Bente Stein Mathisen, sum situr í norskra Stórtinginum og er limur í norðurlendsku Vælferðarnevndini, heldur ikki, at uppvaksandi ættarliðið hevur tað gott við øllum teimum krøvum, sum samfelagið setir í dag – tey hava tørv á hjálp, so tey kunnu gerast nóg sterk til at megna arbeiði og heimalív, heldur hon.
Bente sigur, at í Noregi hava tey góðar royndir við heilsufrøðingunum, ið starvast í skúlunum. Hetta minkar um næmingafráveruna og forðar fyri, at næmingar gevast í úrtíð.
Millum vaksin eru sálarligir trupulleikar vorðnir ein tann vanligasta orsøkin til, at fólk verða sjúkrameldað í drúgva tíð, fáa fyritíðareftirløn ella gerast arbeiðsleys. Hetta setur stór krøv á almanna- og heilsuøkinum, umframt at tað hevur álvarsligar avleiðingar fyri øll tey, sum koma í hesa ringu støðu.
Stjórnirnar í norðurlondum hava longu lagt upp til samstarv innan røktar- og heilsuøkið, har sálarheilsan er ráðfest ovarliga, ikki minst tá talan er um børn og ung. Eisini er skotið upp, at sálarfrøðingar úr ymsu norðurlondunum hittast á einum felags fundi, sum m.a. skal snúgva seg um sálarligan vantrivnað hjá ungfólki.
Ætlanirnar verða viðgjørdar á fundi Norðurlandaráðsins í Reykjavik seinni í heyst.