Barnaverndarstovan

Ein kveikjandi og stimbrandi dagur

10. oktober 2017

Kveikingardagurin, sum SSP aftur í ár skipar fyri, verður hildin í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 3. november, kl. 9-16.

Við kveikingardegnum ynskir SSP, at fólk hittast tvørtur um fakmørk, og har rættindini hjá børnum og ungum til eitt virðiligt lív standa í fremstu røð.

Nógv áhugavert er á skránni henda dagin – m.a.:

• Alisa Hammar, fyribyrgingarráðgevi, Blái Krossur: Rúsdrekkanýtsla hjá vaksnum, sæð við eygunum hjá børnum.
• Jógvan Fríðriksson, biskupur: At hjálpa sínum næsta.
• Louise Brandstrup og Louise Ørum Skytt, SSP ráðgevar í Viborg kommunu: Barnalív í SSP høpi.
• Magni Mohr, formaður, Fólkaheilsuráðið: Fólkaheilsa.
• Lidja Kolouh-Søderlund, verkætlarnarleiðari “Unga i norden”, Nordens Välfärdscenter: Sálarlig heilsa.
• Monika Mohr, verkætlanarleiðari/cand.mag.: ABC fyri sálarliga heilsu.

Luttøka er ókeypis.

Boða frá luttøku á www.atgongumerki.fo í seinasta lagi 26. oktober 2017.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo