Barnaverndarstovan

Ein góður dagur í Norðurlandahúsinum

07. oktober 2015

270 fólk luttóku mánadagin 5. oktober á ráðstevnu um barnarættindi, sum Barnabati og Nordisk Forening mot Barnemishandling og Omsorgssvikt skipaðu fyri í Norðurlandahúsinum.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, vísti í síni setanarrøðu á tað týdningarmikla virksemi, sum fer fram á barna- og ungdómsøkinum. Tað ræður um, at tryggja øllum góð barnaár, so eitt trygt støði er lagt undir vaksna lívið. Landsstýriskvinnan legði dent á, at eitt gott samstarv eigur at vera millum teir ymsu yrkisbólkarnar, og at teir eiga at hava ta góðu tilgongdina fyri eyga. Landsstýrið hevur sett sær fyri at varpa ljós á økið og raðfesta tað komandi tíðina.

Norðmaðurin Dag Nordanger  greiddi á ein sera áhugaverdan hátt frá sambandinum millum ymsu partarnar av heilanum og sálarløstum hjá børnum. Ein grundleggjandi fatan av hesum sambandi hjálpir okkum at stuðla børnunum burtur úr hesum sálarløstum. Tóra Petersen legði fram tølini frá eini stórari samanberandi kanning millum børn og ung, sum vísir, at trivnaðurin í hesum aldursbólki als ikki er nógv góður her á landi.

Ingrid Hartelius Dall frá Børns Vilkår, Sólja í Ólavsstovu, Løgtingsins Umboðsmaður (og Barnanna umboðsmaður) , og Birita Ludvíksdóttir, forkvinna í Høvuðsbarnaverndini , komu allar inn á rættarviðurskiftini, tá børn verða viðgjørd í sosialu skipanini. Ein høvuðshugsan er, at børnini sjálvi eiga at verða hoyrd, so tíðliga hetta ber til, í góðum samsvari við altjóða sáttmálar og viðtøkur.

Oddbjørg Balle greiddi frá virkseminum í Barnahúsinum, sum fór til verka við ársbyrjan 2014. Barnahúsið er eitt samstarv millum almannaverkið, heilsumyndugleikarnar  og løgregluna, og hagar koma børn og ung, ið hava verið fyri harðskapi og øðrum ágangi. Húsið er innrættað so heimligt, sum til ber, so børnini kenna seg trygg, tá tey skulu greiða frá tí, sum hent er. Hagtølini fyri fyrsta árið hjá Barnahúsinum vísa, at rættiliga stórur tørvur er á hesum stovni, og at tað er neyðugt at varpa meira ljós á ágangin, sum verjuleys børn kunnu koma út fyri. 

Jógvan D. Hansen, heimspekingur, hugleiddi at enda um ymsar fatanir av barnarættindum, soleiðis sum tær hava broytt seg frá tíð til aðra – og broytingarnar hava verið stórar. So hvørt hevur barnið fingið ein meira sjálvstøðugan leiklut og nøkur rættindi, sum vit øll vónandi fara at taka í neyðugum álvara í komandi tíðum.

Samanumtikið eitt sera gott og rósvert tiltak hjá Barnabata og NFBO, sum vónandi gevur hug og áræði at skipa fyri fleiri tiltøkum fyri teimum, sum virka innan umsorganarøkið fyri børn og ung og sum kann geva teimum felags amboð í teirra gerandisdegi og eitt enn dyggari grundarlag at standa á.

 

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo