Barnaverndarstovan

Eftirútbúgving í familjuviðgerð við støði í mentalisering (6 dagar)

06. september 2022

Eftirútbúgvingin viðger nútíðar foreldraskapið, mentalisering og menningarfremjandi samspæl við børn – herundir evni sum vald, læring, mørk, stríð, familjudynamikk og mentaliseringar-amboðskassan.

Dentur verður lagdur á, hvussu tú arbeiðir við børnum við serstøkum trupulleikum við støði í mentalisering, og hvat eyðkennir góðar og ikki so góðar førleikar at mentalisera hjá foreldrum. Gjøgnum alla tilgongdina verður uppmerksemi á viðgerð, bæði viðvíkjandi samrøðuteknikkum, foreldraarbeiði og familjuviðgerð. Sí undirvísingarskrá niðanfyri.

 

Málbólkur

Eftirútbúgvingin vendir sær til familjuviðgerar, heilsusystrar, námsfrøðilig starvsfólk, sálarfrøðingar og onnur, sum arbeiða við omanfyrinevnda málbólki.

 

Staður, kostnaður og tíðarskeið

Dagar: 23.-24.  januar, 13.-14. mars og 5.-6. september - allar dagar klokkan: 9.00-15.00. Morgunmatur byrjar allar dagar klokkan 8.30!

Skeiðið verður í R. C. Effersøesgøtu 30 í Havn.

Kostnaður fyri hvønn: kr. 10.500 íroknað morgunmat, kaffi fyrrapart, miðmála á middegi og kaffi seinnapart.

 

Tilmelding

Melda til í seinasta lagi 1. november 2022 á bvs@ bvs.fo. Upplýs full nøvn á luttakarum og t-post hagar rokning skal sendast.

Tilmelding er bindandi og verður ikki afturgoldin, men til ber at lata øðrum luttakara plássið, um einum berst frá at koma.

Legg eisini til merkis, at skeiðið er treytað av, at nóg nógv melda seg til.

 

Undirvísingarskrá:

1. dagur: Hugtakið mentalisering og sálarløstir í familjuni

  • Inngangur til hugtakið mentalisering
  • Mentalisering í arbeiðnum við familjum
  • Hvat verður hugt eftir, tá mentaliseringarfunktiónin/refleksiva funktiónin verður kannað
  • Mentalisering og sálarløstir í familjuni
  • PTSD og menningarsálarløstir

Dagur: 23. januar 2023 klokkan 9-15.

Undirvísari: Janne Østergaard Hagelquist

 

2. dagur: Mentalisering og amboð í foreldraskapi

  • Mannagongdir og amboð í arbeiðnum við familjum
  • Vald og læring í nútíðar foreldraskapi. Hvussu verður mann ein natúrligur myndugleiki í mun til børn og tannáringar?
  • Gjøgnumgongd av siðbundnum familjubygnaðum við denti á mørk og hierarki
  • Mentaliseringar-amboðskassin – ein frymil at stuðla undir menning og læring hjá børnum

Dagur: 24. januar 2023 klokkan 9-15

Undirvísari: Janne Østergaard Hagelquist

 

3. dagur: Mentalisering í foreldraskapinum

  • Epistemiskt álit
  • Tann mentaliserandi hugburðurin: Eitt opið sinni
  • Menningarfremjandi samspæl og RAM
  • Interventiónsspektrum
  • Serstakar avbjóðingar í barnafamiljuni: Kreppa, sjúka og skilnaður

Dagur:  13. mars 2023 klokkan 9-15

Undirvísari: Sarah Long Jonsson

 

4. dagur: Mentalisering í arbeiðnum við børnum við serstøkum trupulleikum

  • Ítøkilig amboð til at fremja førleikan at mentalisera hjá familjum
  • Forstáilsi fyri “dysfunktionelum familjudynamikkum”, samspæli, samveru og dynamikkum í viðbreknum familjum við tilknýtistrupulleikum og øðrum trupulleikum
  • Forstáilsi fyri, hvussu tú kanst varnast tey ymisku sløgini av mentaliseringarsliti

Dagur:  14. mars 2023 klokkan 9-15

Undirvísari: Sarah Long Jonsson

 

5. dagur: Misnýtsla og destruktiv atferð

  • Misnýtsla og sjálvskaðan í mentaliseringarhøpi
  • Misnýtsla og sjálvsskaðan hjá ungum við denti á menningaruppgávur og neuropsykologiskar broytingar í tannárunum
  • Hvussu arbeiða vit við destruktivari og sjálvdestruktivari arferð, herundir sjálvsskaðan og misnýtslu í mentaliseringarhøpi?

Dagur:  5. september 2023 klokkan 9-15

Undirvísari: Mette Mørk Nielsen

 

6. dagur: STORM-frymilin

  • Vit arbeiða við STORM-frymlinum í familjuhøpi við denti á lutunum “tryggleiki og mentalisering”
  • Vit hyggja nærri eftir trygdarligu fortreytunum fyri familjuterapeutiskum samrøðum við ung og familjur teirra
  • Tann mentaliserandi hugburðurin og “mentaliseringar-loopið”, hugskot og uppskot til spøl og virksemi, sum fremja mentalisering
  • Samanumtøka upp á eftirútbúgvingina

Dagur:  6. september 2023 klokkan 9-15

Undirvísari: Mette Mørk Nielsen

 

Undirvísarar

Sarah Long Jonsson er útbúvgin cand. pæd. pæd. psyk., psykoterapeutur (MPF) og lærari. Hon hevur fleiri ára royndir innan skúlaøkið, bæði við undirvísing, supervisión og viðgerð av børnum og ungum við fylgjum av vansorgan og sálarløsti. Sarah hevur serliga spesialiserað seg í, hvussu verkseting av mentalisering í skúlum og á stovnum kann stuðla undir ein inkluderandi felagsskap og styrkja sosialan resiliens hjá næmingum og starvsfólki.

 

Janne Østergaard Hagelquist hevur stovnað Center for Mentalisering og stendur fyri dagliga rakstrinum, menning og leiðslu. Janne er autoriseraður sálarfrøðingur og góðkend sum serfrøðingur í barnasálarfrøði og supervisión. Hon hevur í fleiri ár arbeitt við viðgerð av børnum, ungum og familjum, har vansorgan, ágangur og/ella harðskapur er komin fyri. Harumframt hevur hon royndir í at supervisera og undirvísa professionellum, sum arbeiða við børnum og ungum, sum eru sett heiman.

 

Mette Mørk Nielsen er BA í heimsspeki og psykoterapeutur. Hon hevur í fleiri ár arbeitt við viðgerð av børnum og ungum við sálarløsti, og sum hava verið fyri vansorgan og familjum teirra. Harumframt hevur Mette royndir í at undrivísa komandi heilsuprofessionellum í almennari sálarfrøði, samskifti og etikki og í verkætlanarleiðslu.

Les meira um undirvísarar og mentalisering á centerformentalisering.dk.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo