Barnaverndarstovan

Barnið vil ikki í skúla!

14. mars 2019

- Kafékvøld við Gitte Klein.

Vælkomin til kafékvøld fyri fosturforeldur 20. mars kl. 18-22. Hetta verður eitt heldur longri kafékvøld enn vanligt, har vit varpa ljós á avbjóðingar, sum viðvíkja skúlagongdini hjá fosturbørnum.

Nógv børn hava tíðarskeið, har tey ikki megna at fara í skúla. Á hesum kafékvøldinum fæst grundleggjandi innlit í, hvat tað er, sum kann gera, at barnið ikki vil í skúla. Komið verður inn á, hvussu tann vaksni kann stuðla barninum at fara í skúla og at kenna seg væl í felagsskapinum. Á kafékvøldinum verður eisini komið inn á alternativar mátar at hugsa og handla upp á, eins og luttakararnir í felag finna fram til møguligar loysnir at handfara trupulleikan ella avbjóðingina.

Vit bjóða ein nátturðabita og okkurt søtt omaná. Vit gleða okkum at síggja tykkum!

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo