Átaksstarv innan góðar miðlavanar
13. juli 2020
SSP-ráðgevingin søkir eftir fólki til átakið “ferðast trygt á netinum”. Talan er um verkætlanarstarv í eitt ár.
Góðir miðlavanar og at ferðast trygt á netinum eru kjarnuøki í fyribyrgjandi arbeiðinum hjá SSP. Í hesum sambandi verður leitað eftir fólki, ið kann átaka sær at miðla henda boðskapin á foreldafundum, í skúlum og dagstovnum, og har tørvur er á at varpa ljós á hetta viðkomandi evni.
Í mennandi og fyribyrgjandi arbeiðinum í SSP verður støði tikið í, at foreldrini eru besta fyribyrgingin.
Tín leiklutur
Bulurin í arbeiðinum er at venda sær til foreldrini á foreldrafundum og á fundum við starvsfólk og næmingar í skúlum og dagstovnum.
Tú skalt ganga á odda, og kveikja bæði børn og vaksin.
Væntað verður
At tú ert forvitin, kannandi, tekur ábyrgd og gevur títt íkast
At tú hevur gott innlit og áhuga í sosialu miðlarnar, og hvar børn og ung ferðast á netinum
At tú sært týdningin av, at evnið verður viðgjørt og miðlað á nógvum pallum
At tú hevur eitt sjálvstøðugt arbeiðslag og dugir at raðfesta uppgávurnar
At tú hevur eitt fjølbroytt mál í skrift og talu á føroyskum
At tú kanst átaka tær at umsita heimasíðuna og sosialu miðlarnar hjá SSP
At tú kanst traðka fram fyri minni og størri bólkum uttan fordómar og við opnum sinni
At tú hevur nakað upp á hjartað
At tú hevur royndir við verkætlanum
At tú ert tænastusinnað/ur og fleksibul
SSP-samstarvið
SSP-samstarvið er tvørfakligt samstarv millum myndugleikar, stovnar og felagsskapir, ið arbeiða ella hava samband við børn og ung í aldrinum 0–18 ár. Høvuðspartarnir í SSP eru Skúlin, Sosialu myndugleikarnir í almenna og kommunala geiranum og Politiið. Arbeiðið verður skipað við eini ráðgeving, ið húsast saman við umsitingini hjá Kommunufelagnum.
Løn og setanartreytir
Starvið, ið er 20 tímar um vikuna, verður sett skjótast gjørligt og fram til 30. juni 2021. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevararfelagið og avvarðandi yrkisfelag, t.e. AKF, BLF ella Starvsmannafelagið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Óla Rubeksen, leiðara fyri SSP-ráðgevingini, á telefon 222498.
Umsóknir skulu vera SSP-ráðgevingini í hendi í seinasta lagi 21. august 2020 á OR@SSP.FO