Barnaverndarstovan
At síggja tað ósjónliga - fýra blindvinklar í parlagnum
23. januar 2017
Komandi kafékvøld fyri fosturforeldrum verður týskvøldið 7. februar, kl. 19.00. Tá fara Unn og Jógvan Zachariassen, sum eru leiðarapar í Lívdini í Hoyvík, at tosa um “Teir fýra blindvinklarnar” í parlagnum – hvussu vit kunnu gerast varin við teir og læra at handfara støðuna.
Unn og Jógvan arbeiða nógv við parráðgeving og undirvísing fyri pør. Tey hava eisini skrivað bókina “At elska og liva”, sum er um parlag og samlív.
Kafékvøldið verður sum vant hildið í hølunum í R. C. Effersøesgøtu 30, og har eru øll fosturforeldur hjartaliga vælkomin.