Barnaverndarstovan

Ársins kveikingardagur

08. oktober 2018

Kveikingardagurin, ið SSP skipar fyri á hvørjum ári, verður hildin í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 9. november, kl. 9-16.

Endamálið við kveikingardegnum er at savna fólk tvørtur um fakmørk, har tey kunnu viðgera rættindini hjá børnum og ungum við støði í spurningum, sum gera seg galdandi fyri okkara samfelag júst nú.

Aftur í ár hevur tað eydnast at seta eina áhugaverda skrá saman við ymiskum fakfólki:

 Per Schultz Jørgensen, professari í sosialpsykologi: Robuste børn
Jógvan Zachariasen, pastor og samrøðufelagi: Óviðgjørdar støður frá barndóminum órógva
Oddvør Poulsen, felagið Berin: Sorg – hvat er tað?
6. flokkur í Tvøroyrar skúla: Positiv sálarfrøði
Oddbjørg Balle: Barnahúsið
Anne Linder: ”Glæde, engagement og relationskompetence – nøglen til gode fællesskaber”

Dagurin er uttan kostnað fyri luttakaran, og freistin at tekna seg er 30. oktober 2018.  Hetta verður gjørt á heimasíðuni www.atgongumerki.fo.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo