Barnaverndarstovan

Ársfrágreiðing løgd fram fyri avvarðandi pørtum

01. mars 2023

Í morgun høvdu vit boðið pørtunum, sum vara av Barnahúsinum til árliga fundin: Kommunufelagnum, Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Heilsumálaráðnum, Sjúkrahúsverkinum og Føroya Politi. Oddbjørg Balle, leiðari á Barnaverndarstvovuni og samskipari av Barnahúsinum greiddi frá hagtølum fyri 2022, og Heri Andreassen frá Føroya Politi lýsti nøkur hagtøl frá politinum.

Við skjótt tíggju árum á baki hevur Barnahúsið gjørt sær drúgvar royndir. Og í norðurlendska samstarvinum við grannalond okkara, fylgja vit við teirra gongd og dagføringum. Í ársfrágreiðingini greiða vit eisini frá, á hvørjum økjum vit meta dagføringar neyðugar. Millum annað, at Barnahúsið eigur at víðka sítt virksemi til eisini at umfata børn, sum hava framt ágang á børn. Eisini at Barnahúsið skal fevna um børn, sum hava verið fyri sálarligum harðskapi. Og foreldur sum hava framt harðskap móti egnum børnum. Við tað at Barnahúsið hevur dyggastu vitan og royndir, meta vit tað sjálvsagt, at framleiðsla av kunningartilfari til børn, ung og foreldur eigur at liggja hjá okkum. Vilt tú vita meira um hví, er ársfrágreiðingin at finna her

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo