Áhugaverdur arbeiðsháttur
20. apríl 2017
Týsdagin 27. juni 2017 skipar Barnaverndarstovan fyri stuttum skeiði, har sálarfrøðingurin Jesper Birck fer at greiða frá tí neurosekventiella háttinum at skilja menningina av heilanum.
Heilin mennist í sekvensum – í løgum, sum byggja oman á hvørt annað. Sambært neurosekventiellu tilgongdini mugu vit tískil fyrst leita okkum fram á ein trupulleika í tí lagi, har hann hevur sín uppruna, og arbeiða við hesum, áðrenn vit kunnu fara víðari í løgunum, sum so hvørt eru komin oman á.
Neurosekventiella arbeiðslagið, sum Bruce Perry er upphavsmaður til, hevur serligan áhuga, tá vit skulu royna at skilja lívsgongdina hjá hvørjum einstøkum menniskja, og hvørjar sterkar og veikar síður, ið gera seg galdandi.
Komið verður inn á, hvussu vit kunnu arbeiða víðari við ástøðini hjá Bruce Perry, og hvussu vit finna røttu viðgerðina til einstaka barnið, ið hevur tørv á tí.
Á skeiðinum verður skift millum ástøðiligar framløgur og venjingar, bæði felags og í minni bólkum.
Skeiðið er eitt nú ætlað fólki, ið starvast við børnum og ungum við menningarórógvi og sálarløstum.
Kostnaðurin fyri skeiðið, ið verður hildið kl. 9.00-15.30 í hølunum hjá Kommunufelagnum í R. C. Effersøesgøtu 30 í Tórshavn, er 1.500 krónur. Áhugaði verða biðin um at melda seg til skeiðið hjá armgard@kf.fo innan 11. mai 2017.