Barnaverndarstovan
112-dagur á Oyrarbakka
25. mai 2018
Í gjár var dagurin hjá eini rúgvu av 6 ára gomlum børnum heldur øðrvísi enn vanligt, tá tey møttu á Oyrarbakka til sonevndan 112-dag.
Tað er SSP-samstarvið, sum skipar fyri 112-døgum, har børnini í ymsu økjunum kring landið sleppa at síggja og royna seg innan tyrluflutning, sjúkrabil, sløkkilið og løgreglu.
Dagurin byrjaði við, at borgarstjórin helt røðu. Síðani kom tyrlan og børnini sluppu at síggja øll hesi spennandi akførini og ikki minst hundarnar. Eisini var sangframførsla og hugni á skránni.
Ikki minst vóru børnini spent, tá tyrlan hjá Atlantic setti seg á parkeringsplássinum við Eydnuna á Oyrarbakka.