Barnaverndarstovan
Skeið fyri barnaverndarnevndarlimir
08. februar 2017
Grundleggjandi skeiðið fyri limum í barnaverndarnevndum, sum Barnaverndarstovan skipar fyri, er flutt frá mánadegi 27. februar 2017 til mánadagin 13. mars, kl. 16-21.
Á skeiðinum verður serliga komið inn á leiklutin hjá nevndarlimunum og tær skyldur, ið áliggja teimum í sambandi við virkseminum hjá einstøku barnaverndartænastuni.
Neyðugt er við tilmelding til skeiðið. Hetta verður gjørt við at senda ein teldupost til armgard@kf.fo ella við at ringja til 302480 í seinasta lagi mánadagin 27. februar.
Luttakararnir fáa nærri upplýsingar um skeiðstað eins og um skránna, beint aftaná at tá tilmeldingarfreistin er farin.