Kom á 4 daga útbúgving í Theraplay
03. juni 2022
Barnaverndarstovan skipar fyri útbúgving í Theraplay (1. stig), sum verður dagarnar 19.-22. september, allar dagar klokkan 9-16. Undirvísari er Saara Salo, PhD, góðkendur kliniskur psykologur og psykoterapeutur (Familjuterapi og PIP) Theraplay-terapeutur/supervisari.
Gev gætur: Undirvísingin verður á enskum máli.
Hvat er Theraplay?
Theraplay er barna- og familjuterapi, ið er viðurkend sum slóðbrótandi psykoterapi til børn. Viðgerðin hevur 50 ár á baki og verður brúkt um allan heimin av professionellum, sum virka fyri at stuðla undir sunnum tilknýti millum børn og umsorganarpersónar. Eitt haldgott tilknýti millum barnið og tey týdningarmestu vaksnu í tess lívi hevur leingi verið hildið at vera grundarlagið fyri lívslangari góðari mentalari heilsu, eins og tilknýti er kjølurin í mótstøðuføri fyri mótgongd. Nútímans heilagransking og neurovísindi hava víst, at tilknýti er tað sum ger, at børn fara at skilja, líta á og trívast í síni verð.
At knýta sambond innanífrá
Í viðgerðini leiðbeinir Theraplay-terapeuturin foreldrum og barni gjøgnum stuttlig spøl, avbjóðandi og mennandi virksemi umframt stuðlandi og eggjandi samveru. Júst hetta at vera hugbundin saman á hendan hátt, hjálpir foreldrunum at regulera atferðina hjá barninum og at samskifta kærleika, gleði og tryggleika til barnið. Hetta hjálpir barninum at kenna seg merkisvert, trygt, ansað og at vera tætt bundið at foreldrunum.
Kjarnuhugtøk
Í Theraplay verður praktiserandi vegleiðing brúkt at skapa spælandi og umsorganarfulla samvirkan millum barn og vaksnan, sum fremur glaðar felags upplivingar. Hetta uppbyggir avstemman og forstáilsi fyri hvørjum øðrum, sum hava víst seg at hava við sær, at trygt tilknýti verður skapað. Henda samvirkan er persónlig, kropslig og stuttlig – ein natúrligur háttur fyri at kenna ta lekjandi megina av at vera saman.
Theraplay-samvirkan leggur dent á fýra týðandi dygdir, sum eru at finna í sunnum foreldra-barn-sambondum:
1. Uppbygging: Tann vaksni, leiðarin í sambandinum, skapar bygnað og forsøgni fyri barnið, sum samskiftir tryggleika.
2. Uppaling: Tann vaksni gevur umsorgan, sum kann sissa og linna barnið, soleiðis at tað kennir seg væl kropsliga og kensluliga.
3. Engagement: Tann vaksni er hjástaddur á ein hátt, so barnið kennir seg at verða sætt, hoyrt, følt og góðtikið.
4. Avbjóðing: Tann vaksni stuðlar barninum í at ogna sær og megna nýggjar førleikar, sum stimbrar tess kenslu av førleika og sjálvsáliti.
Við stuðli frá Theraplay-terapeutinum læra foreldur at spæla við barnið á ein hátt, sum laðar undir kensluna av tryggleika, evnini at regulera sínar kenslur, økir um sosialt engagement, og stuðlar undir at menna positivt sjálvsvirði hjá bæði barni og foreldrum.
Sí nærri lýsing niðanfyri.
Útbúgvingin er ætlað
Útbúgvingin í Theraplay – 1. stig – er viðkomandi hjá øllum, sum arbeiða við familjuviðgerð. Útbúgvingin er serliga ætlað sálarfrøðingum, sum arbeiða í barnaverndartænastunum. Harumframt eru nøkur pláss tøk hjá øðrum sálarfrøðingum og familjuviðgerum. Gev gætur: Skeiðið verður á enskum máli.
Les meira um Theraplay og undirvísaran, Saara Salo, á teraplay.org.
Tilmelding
Kostnaðurin er 10.000 krónur fyri hvønn. Gev gætur, at luttakaratalið er avmarkað. Melda til á bvs@bvs.fo. Undirvísingin verður í skeiðshøli hjá Kommunufelagnum, R. C. Effersøesgøtu 30, Tórshavn.
Tilmeldingarfreistin er 20. juni.
Lýsing av undirvísing
Theraplay ® Level 1 Training (4 days)
The program content
• Principles of attachment theory on an intellectual and experiential level
• The Four Dimensions of Theraplay
• The Theraplay protocol
• An introduction to the Marschak Interaction Method (MIM): administration, analysis and as a guide for treatment planning
• Adapting Theraplay for working with children and families impacted by complex trauma and other populations
• Managing resistance throughout the treatment process
• Managing countertransference in your work with children and families
• Implementing Theraplay into your practice
The learning objectives
Differentiate three play, attachment-based theories and how they support the work of Theraplay
• Differentiate how children with various attachment styles present in play therapy sessions
• Explain the benefits of using the MIM in your play therapy practice
• Arrange the MIM play therapy assessment tool
• Construct a play therapy treatment plan based upon the MIM analysis
• Describe the four dimensions of Theraplay, a modality of play therapy
• Demonstrate one play-based activity from each dimension: Structure, Engagement, Nurture and Challenge.
• Describe three possible ways of adapting Theraplay into play therapy treatment to meet the needs of a child with complex trauma
• Describe how to guide parents to participate in a Theraplay, a modality of play therapy, in treatment session
• Show how to prepare parents to use Theraplay play therapy techniques at home to further therapeutic goals
• Describe how various parent attachment styles present in play therapy sessions
• Demonstrate adapting Theraplay play therapy techniques to three different populations of families
• Apply Theraplay techniques to work through resistance in play therapy sessions
• Show how to adapt Theraplay activities for children of different ages
• Explain how to prepare for termination of Theraplay treatment
• Analyze how the clinician is impacted by the functioning of parents and children in play therapy sessions
• Identify two types of clients for whom Theraplay would not be an appropriate play therapy modality