Barnaverndarstovan

"Trygt tilknýti í barnafamiljuni" við Rikke Yde Tordrup 5. desember kl. 19-21

08. oktober 2024

Hóskvøldið 5. desember klokkan 19-21 hevur tú høvi at koma til fyrilesturin, "Trygt tilknýti í barnafamiljuni" sum verður í Smæruni. 

Trygt tilknýti er grundarlagið fyri trivnaði og menning hjá barni tínum. Trygt tilknýti gevur barninum gott sjálvsvirði og álit á onnur menniskju. Og barnið lærir at regulera sínar kenslur og stýra sínum uppmerksemi. Trygga tilknýtið er eisini vegurin til sunnar og tryggar relatiónir til onnur – alt lívið.

Í fyrilestrinum fer Rikke Yde Tordrup at greiða frá, hvussu tú sum foreldur styrkir trygga tilknýtið hjá barni tínum til tín tey fyrstu týðandi árini.

  • Tú fært einfalda og gagnliga fatan av tilknýti
  • Tú fært vitan um ta avgerandi ávirkanina, sum tú hevur á trivnaðin og menningina hjá tínum barni restina av lívinum
  • Tú fært amboð til gerandisdagin, sum stimbrar trygga tilknýtið hjá barninum
  • Tú fært vitan um, hví eitt barn við tryggum tilknýti er lættari at uppala

Vit hjartahita og skemti fer Rikke at taka uppí sínar royndir sum sálarfrøðingur frá egnari kliniskari praksis, frá eygleiðingum í barnafamiljum og frá sínum móðurskapi.

Fyrilesturin byggir á bókina, "Tryg tilknytning i børnefamilien"; hjá Rikke Yde Tordrup frá Dansk Psykologisk forlag, 2022.

 

Málbólkur

Fyrst og fremst foreldur at børnum í 0-6 ára aldri. Men eisini onnur við áhuga fyri evninum.

 

Tíð og stað

Fyrilesturin verður hildin hóskvøldið 5. desember í Smæruni, J. H. Schrøtersgøtu 7 í Havn klokkan 19-21. Prísur: 190 kr. 

Keyp atgongumerki her.

 

Myndir

Tekningin er úr bókini, “Tryg tilknytning i børnefamilien” frá Dansk psykologisk Forlag 2022. Teknað hevur Pernille Mühlbach. Fotomyndina av Rikke Yde Tordrop hevur Kirsten Adler tikið.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo